Setanarrøðan hjá Dennis Holm á Sjómannadegnum
Góðu norðoyingar, góðu áhoyrarar og góðu stigtakarar,
Fyri umleið 30 árum síðani gjørdi eg eina longri samrøðu við Henning Jensen, sála, úr Vági. Henning var tá miðskeiðis í 70 árunum, og hevði verið eitt langt lív til sjós, megin partin av tíðini sum skipari á fiskiskipum.
Henning greiddi frá, hvussu hann eftir, at hann misti pápan sum smádrongur, fór til sjós sum 12 ára gamal.
Henning var tey næstu 60 árini á sjónum og greiddi hann í samrøðuni frá: Hvussu fyrstu árini til sjós við slupp mentu hann í ungdómsárum og skaptu áhuga fyri sjólívinum. Seinni gjørdist hann skipari og fiskivinnan gjørdist grundarlag undir familjuni og húskinum.
Henning greiddi frá, hvussu fiskiskapur eisini gjørdi tað gjørligt at byggja hús og seinni keypa egnan stóran útróðrarbát, Múlatangi, og reka egna fyritøku, sum eisini hevði virksemi á landi.
Í áhugaverdu samrøðuni segði Henning frá, hvussu hann hevði verið við fiskiskipum norðarlaga við Jan Mayen og Svalbard, fiskaði við Grønlandi, var við stállínuskipi á Flemish Cap, og í nógv ár var undir Íslandi við Múlatanga – og ikki minst undir Føroyum.
Søgan hjá Henning er søgan um føroyska fiskivinnusamfelagið, soleiðis sum fólk kring landið kendu hana fyri fleiri ártíggjum síðani. Tá var fiskur og fiskivinnan ein natúrligur partur av gerandisdegnum hjá so nógvum føroyingum.
Í dag er nógv broytt. Samfelagið er broytt og alsamt færri hava tilknýtið til fiskivinnuna á sjógvi og landi.
Talið av skipum og bátum er munandi lægri nú enn tað var fyri 30 árum síðani. Og nógva staðni kring landið er ikki í dag sami møguleiki sum fyrr at fara oman á keiina um kvøldarnar og forvitnast, tá bátar koma aftur av útróðri.
Í mínum ungdómsárum í Vági var tað vanligt, at tey flestu brúktu summarfrítíðina til arbeiðis á flakavirkinum Polarfrost. Kring landið fóru nógv eisini frá fólkaskúlanum á flaka- og fiskavirkir í eitt ár ella tvey ár, áðrenn tey fóru til sjós ella undir framhaldandi útbúgving, antin bókliga ella handverksliga.
Í dag eru ikki eins nógv flaka- og fiskavirkir kring landið – og tað ber heldur ikki til bara at fara inn og eygleiða virksemi, soleiðis sum so nógv gjørdu á flakavirkinum í Vági.
Jú, samfelagið er nógv broytt og hóast færri hava tilknýtið til fiskivinnuna, er fiskivinnan framvegis ein bulur undir samfelagsbúskapinum. Nú sum áður leggur fiskivinnan lunnar undir framhaldandi menning og framburð av samfelagnum.
Sum fiskivinnu- og sjóvinnutjóð er tað tí so sera umráðandi, at okur fagna teimum, sum virka innan fiski- og sjóvinnu okkara bæði á sjógvi og landi – og her eru Sjómannadagarnir av sonnum hátíðardagar til heiðurs fyri øll tey, sum hava yrkið á sjónum og í okkara høvuðsvinnu.
Sjómannadagarnir byrjaðu fyrr í vikuni við Fiskivinnutingi, har virðisøking av tilfeinginum í havinum var høvuðsevnið. Eg eri sera fegin um, at Føroya Fiskimannafelag, sum skipaði Fiskivinnutingið, hevði valt at seta hetta týðandi evnið virðisøking av tilfeinginum á skrá - eitt evnið, sum eisini er sett á skrá í Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum.
Okur hava jú eitt ómetaliga stórt og virðismikið tilfeingi, sum okur hvørt ár taka úr havinum. Í ár koma okur væntandi at fiska eini 700 til 750 mió. kg. Ein virðisøking har meiri fæst burturúr hvørjum kg verður til fyrimuns fyri okkum øll – fyri reiðarí og manningar, fyri arbeiðsfólk og fyritøkur á landi, fyri avleiddar vinnur, og fyri kommunukassar og landskassan.
Ein týðandi liður í virðisøkingini eru tykur, sum eru í veiðiliðinum – tykur, sum leggja lunnar undir framhaldandi menning av samfelagnum. –Og er tað mín vón, at okur í felag – vinnan á sjógvi og landi, granskingarstovnar, granskarar og serfrøðingar, og politiski myndugleikin komandi árini megna at gera munagóð átøk, soleiðis at okur í framtíðini fáa enn meiri burturúr okkara dýrabara tilfeingi.
Hetta er jú ein týðandi liður í framhaldandi menning av føroyska samfelagnum.
Í byrjanini var Føroya Sjómannadagur í ein dag, men hetta framúr tiltakið er seinastu árini ment til at fevna um fleiri dagar við rúgvusmiklari og fjøltáttaðari skrá. Her eru tiltøk av alskyns slagi – til álvara og gaman, mentan og matna, við framløgum og kjaki, og ikki minst sum upplýsing til okkum øll, sum ikki hava dagligu gongd í vinnuni.
Hetta einastandandi tiltakið hevur øll árini lagt seg eftir, at alt skal vera ókeypis, tiltakið er rúsfrítt og ikki minst eru Sjómannadagarnir familjuvinarligir við tiltøkum og tilboðum til okkum øll, í øllum aldursbólkum.
Eg skal vegna Føroya Landsstýrið takka stigtakarum, fyriskiparum og stuðlum hjartaliga fyri at Sjómannadagar aftur í ár eru á skrá – og at tykur ár um ár hava skipað fyri, at Sjómannadagar eru vorðnir ein týðandi partur av summartiltøkunum í Føroyum, okkara siglandi fólki til heiðurs.
Til alt sjófólk okkara – og øll tykkum, sum dagliga fáast við at menna havsins virðir og leggja lunnar undir okkara framtið – ynski eg góðan Sjómannadag og blíðan byr og Guds signing í yrki tykkara.
Við hesum lýsi eg Sjómannadagin 2023 at vera settan.
Takk fyri.
Blíðar heilsanir
Dennis Holm