Sera lítið at fáa av toski,

men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum

Á árligu yvirlitstrolingini á føroyska landgrunninum í august verða 200 hál á ein tíma tikin. Tað var sera lítið at fáa av toski í ár í mun til onnur ár, og tað minsta síðan yvirlitstrolingarnar byrjaðu í 1996. Toskurin var eisini rættiliga rak.

Nøgdin av hýsu var minkandi, men framvegis stór og var hon rættiliga rak í ár. Munandi partur av hýsuveiðuni var smáhýsa.

Nógv var at fáa av gulllaksi og svartkjafti, meðan nøgdin av upsa var áleið tann sama sum onnur ár. Nøgdin av longu var framvegis lítil og eisini var lítið at fáa av stóra kongafiski og trantkongafiski.

Túrfrágreiðingin kann lesast her.

Tað skrivar Havstovan, les alt her Sera lítið at fáa av toski, men framvegis nógv til av hýsu á føroyska landgrunninum - Havstovan