Hoyr sendingina "Kom á 2069!"
Í fyrstu sendingini er prát við Hanus Jacobsen, stjóri í Bakkafrost í USA, Høgna Hansen, stjóra í Fiskamarkanaði Føroya, og prát við Jógvan Poulsen, samskipara hjá Radio.fo.
Vertur er Eivind Jacobsen.
Útvarpsstøðin Radio.fo, sum hoyrist um alt landið, byrjaði nýggja sending fríggjadag, sum nevnist: "Kom á 2069".
Farið verður at ringja til skip og frætta tíðindi frá teimum, sum balast á havinum.
Tað er strandingurin, Eivind Jacobsen, sum nú hvønn fríggjadag fer at skipað fyri sendingini "Kom á 2069".
Eivind Jacobsen sigur, at hann hevur verið í samband við sjómenn, um áhugan fyri slíkari sending, og undirtøkan hevur verið góð.
Tað hevur stóran áhuga millum føroyingar at frætta, hvussu tað gongur, ikki bara í fiskivinnuni, men sjóvinnuni sum heild.
Tað er einki er at taka seg aftur í, at bæði fólk á sjógvi og ikki minst familjan á landi, hava áhuga í hvussu gongst umborð.
Fyrsta sendingi var fríggjadagin 24. mars kl.13.15 HOYR HANA VIÐ AT TRYSTA HER https://soundcloud.com/user-10504762-603426460/kom-a-2069-24-mars-2023?utm_source=www.radio.fo&utm_campaign=wtshare&utm_medium=widget&utm_content=https%253A%252F%252Fsoundcloud.com%252Fuser-10504762-603426460%252Fkom-a-2069-24-mars-2023