Sendifólkini skulu lobby’a

Flytið tey til London og Brússel og kanska Keypmannahavnar eisini

Hví Kina?

Eitt ávíst atgerðarloysi myndar sitandi landsstýrissamgongu í løtuni. Eftir 10 mánaðir í landsins leiðslu, eru einans smærri mál fingin ígjøgnum. Veruligu stórmálini liggja enn líka so óloyst, sum tey lógu, tá hesi fólkini bóðu lova sær framat fyri at fáa skil á.

Fiskivinnusamstarvið við Russland til dømis. Flokkarnir sum fyri knøppum ári  síðan vóru sannførdir um, at samstarvið við Russlands skuldi slíktast, fáast ikki til at taka eina støðu. Lyftið var annars, at okkurt skuldi henda í seinasta lagið í hesi vikuni. Men tað helt ikki.

Neyvan hendir tað stóra í komandi viku heldur. Tveir tingmenn skulu sendast til norðurlandaráðsfund í Oslo, og so støðgar alt parlamentariskt arbeiði upp her heima. Nakrar tingnevndir brúka vikuna til fundarvirksemi. Men uttanlandsnevndin er ikki innkallað. Og tað er henni, sum bíðað verður eftir. Ikki minst vinnan, sum ynskir at fáa at vita, um tað verður nakar barentshavsfiskiskapur eftir ársskiftið.

Tað er nú ikki uttanlandsnevndin, sum bølir málinum. Hon bíðar eftir landsstýrinum. Bíðað verður – sum skilst – eftir landsstýrismannin við uttanlandsmálum, sum raðfestir Kina fram um alt annað í hesum døgum.

Og meðan vit bíða eftir stóra uttanríkispolitiska útspælinum frá landsstýrinum, so kunnu vit ikki annað enn undrast yvir, hvat í víðastu verð landsstýrismaðurin ger í Kina. Hví skulu segl nú setast til vinnulig átøk við fólkaríka landið hinu megin jørðina? So fáar mánaðir eftir, at hælirnir vórðu heglaðir í, og álagt var Føroya Tele at slíta alt samstarvið við landið, tí tað var vandamikið at hava teirra njósnaraútgerð knýtta at okkara fjarskiftisneti? Almenna telefelagið varð álagt at vraka gjørdar milliónaíløgur, tí útgerðin var ein trygdartrupulleiki.

Hvat er hent síðan tá? Er Kina ikki vandamikið longur? Tykist ikki. Tí nú skal marknaðaratgongdin og búskaparliga samstarvið við landið styrkjast.

Vit hava hug at spyrja, hvat vit skulu í Kina? Hví skal matvøra, sum vit framleiða, flytast so langt, sum yvirhøvur gjørligt? Skal hon flúgvast? Hvussu sampakkar tað við veðurlagspolitikkin og ætlanirnar um einar burðardyggar Føroyar?.....................LES ALLA GREININA HER Blaðið Vikuskifti | Nr. 43 (bladid.fo)

SKRIVAÐ: Ingi Samuelsen