Semja millum RFH og FF
Semja
millum
Reiðarafelagið fyri Handilsskip
og
Sjómannadeild FFs
Omanfyrinevndu partar eru samdir um at leingja galdandi sáttmálar til 1. mars 2023 við hesum broytingum:
- Løn og eftirløn hækkar í sáttmálaskeiðnum soleiðis:
- Hin 1. juni 2021: Lønin hækkar 1,93%
Hin 1. mars 2022: Lønin hækkar 1,25% - Í grein 1, stk. 6 verður “365 dagar” broytt til “tvey ár“.
- Í grein 1, stk. 7 verður “125” broytt til “135”.
- Í grein 1 verður sett inn nýtt stk. 8, sum sigur: “Bátsmenn fáa kr. 1.800 eyka“.
Orðingin um bátsmenn verður strikað úr verandi stk. 8, og stk. nr. verða broytt samsvarandi. - Í grein 7, stk. 2 verður “15%” broytt til “20%“.
- Í grein 15 í høvuðssáttmálanum millum Reiðarafelagið fyri Handilsskip og Sjómannadeild FFs. verður “2019” broytt til “2021“, og “2021“broytt til “2023”. Gildiskomurnar í sersáttmálunum verða dagførdar samsvarandi.