Semja eftir fleiri ára stríð
Fimm mans, sum vóru við Atlantsfarinum árini 2010-2012 hava fingið tilsamans 200.000 krónur í endurgjaldi umframt eftirløn fyri at hava verið skeivt avroknaðir fyri ávísar landingar uttanlands.
P/f Northwest Pelagic, sum átti Atlantsfarið, núverandi Norðhavið, hevur nú rindað Fiskimannafelagnum 250.000 krónur samsvarandi einari semju í fleiri ára langa stríðnum um ávísar landingar uttanlands árini 2010-2012.
Upprunaliga kravið frá Føroya Fiskimannafelag táttaði í 800.000 krónur.
Úrslitið av semjuni er, at fimm mans, sum vóru mynstraðir við Atlantsfarinum teir ávísu túrarnar, fáa tilsamans 225.000 krónur í endurgjaldi fyri mista hýru umframt eftirløn eftir sáttmálanum, sum er 4 prosent. Tað, ið eftir er, fer til at rinda part av sakarmálskostnaðinum, sum partarnir – Føroya Fiskimannafelag og Northwest Pelagic – sambært semjuni bera hvør sær.
Við semjuni er eitt fleiri ára langt eljustríð ímillum Northwest Pelagic og Føroya Fiskimannafelag av. Henda ósemjan var upprunaliga við fyrrverandi eigaran av reiðarínum, sum tá var heimahoyrandi í Miðvági, og ósemja hevur eisini verið um avrokningar, sum ganga longur aftur enn 2010. Í teimum førunum hevur fyrningarfreistin tó forðað fyri, at nøkur rættarsókn kundi gerast.
Á heystið 2014 var ein onnur semja gjørd viðvíkjandi óregluligari avrokning av einum einstøkum túri hjá Atlantsfarinum í 2011. Í tí málinum var semja gjørd um alla tí útistandandi hýruna, sum Føroya Fiskimannafelag metti manningina eiga til góðar – tilsamans 171.000 krónur.
Nýggjur eigari
Nú semja aftur er gjørd, er tað tó ikki gamli eigarin, sum skal bøta fyri, at hann avroknaði í stríð við sáttmálan, men nýggi eigarin. Tí alt reiðaríið – felagið Nortwest Pelagic við tilhoyrandi ognum – sum rættarkravið upprunaliga var reist ímóti, varð um ársskiftið 2015-2016 selt til Kollafjarðar, og tað er felagið við nýggju eigarunum, sum skal rinda tær 250.000 krónurnar.
Tá Atlantsfarið og alt reiðaríið var selt til Kollafjarðar, fekk skipið nýtt navn, nevniliga Norðhavið. Sjálvt skipið er síðani – í vár – selt úr felagnum til Vágs.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, fegnast um, at punktum loksins kann setast í drúgva málinum um Atlantsfarið.
– Vit høvdu ómetaliga nógvar trupulleikar av Atlantsfarinum, tá tað var heimahoyrandi í Miðvági, og eisini av skipinum, sum tað reiðaríið átti undan hesum skipinum. Tí kennist tað kanska eitt sindur løgið, at tað var tann nýggi eigarin, sum endaði við apuni og ikki Miðvágs-reiðarin. Men hinvegin visti nýggi eigarin væl um okkara rættarkrav, tá hann keypti skip og reiðarí, so í so máta er alt í lagi. Eg fegnist bara um, at vit nú endiliga hava fingið slætt borð viðvíkjandi hesum skipinum, sigur hann.