Semja 27 mai 2022
Semja millum Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag
1. Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag eru hervið samd um at leingja galdandi sáttmala, sum seinast varð gjørdur partanna millum tann 30. mai 2020 í eitt ár til 1. apríl 2023.
- 34. Gildi sáttmálans
Hesin sáttmáli hevur gildi frá 1. apríl 2022 at rokna. Sáttmálin kann sigast upp við 2 mánaða freist til ein 1. apríl, tó í fyrsta lagi 1. apríl 2023.
2. Í felagsreglunum § 22, stk. 15 verður sett sum nýtt 3. pkt: Gjaldsskyldan hjá reiðara fyri dekkarar stendur við, inntil maðurin aftur er førur fyri at arbeiða, tó í mesta lagi 60 dagar.
3. Í samband við sáttmálan varð gjørt eitt protokollat
Vísandi til § 17, stk. 2 eru landingarútreiðslur loyvdur frádráttur í øllum bólkum.
Ásannandiat ávís ógreiða hevur verið í samband við í samband við frádrátt fyri landigarútreiðslur, eru partarnir samdir um í sáttmálaskeiðnum, at fáa greiðu á teimum spurningum, sum máttu verðið í samband við hesarfrádráttir, og í undirskjali at nágreina, hvørjar landingarútreiðslur eru at rokna sum frádráttir.
Partarnir hava nágreinað landingarútreiðslurnar og er semja um fylgjandi frádráttir fyri ísfiskatrolarar í bólki 2 og ísfiskalínuskip í bolki 3.
Ísfiskatrolarar:
- Kør: 0,55 kr/kg
- Kassar: 0,80 kr/kg
- Gulllaksur: 0,35 kr/kg
- Leyst: 1,00 kr/kg
Ísfiskalínuskip:
- Kassar/kør: 0,84 kr/kg
Upphæddin verður tillagað lutfalsliga í mun til broytingar í tímaløn í sáttmálanum millum Føroya Arbeiðsgevarafelag og Føroya Arbeiðarafelag tann 1. mai 2021 (135,56 kr/tíman).
4. Protokollat viðvíkjandi fastari daghýru:
Føroya Fiskimannafelag og Føroya Reiðarafelag hava til samráðingarnar á vári 2022 viðgjørt eina skipan við fastari dagløn fyri dekkarar/manningar umborð á trolarum í bólki 2. Partarnir ásanna, at fleiri skip í hesum bólki eru farin at nýta eina skipan við fastari daghýru. Partarnir eru í komandi sáttmálaskeiði samdir um at viðgera eina skipan við fastari daghýru við atliti til hýru, minstuløn, lógarkravdari eftirløn, eftirløn pr. dag, frítíðarløn, arbeiðstíð, møguligari makrelkvotu og gildi av skipanini. Miðað verður eftir at nágreina ásetingar í slíkari skipan, áðrenn sáttmálin rennur út næstu ferð.