Semingsstovnurin royna semju í sáttmálatrætuni millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið
Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið er longdur til 10. mai.
Tað verður eina ferð í hesari vikuni, at Semingsstovnurin fer at royna at fáa semju í sáttmálatrætuni millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið.
Semingsstovnurin var boðsendur í síðstu viku.
Stovnurin hevur tosað við partarnar eina ferð, sigur Terje Sigursson.
Sáttmálin millum Skipara- og Navigatørfelagið og Reiðarafelagið vardi til 1.apríl. Hann er nú longdur til á midnátt mikukvøldið 10.mai.
Samráðingarnar byrjaðu 12.apríl.
3.mai sendi Skipara- og Navigatørfelagið boð eftir Semingsstovninum.