Semingsroyndin miseydnaðist

Grundarlag er ikki fyri at halda fram, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður

Semingsmaðurin hevur tveitt frá sær. Ov langt er ímillum Fíggjarmálaráðið og sjúkrarøktarfrøðingarnar til at fara undir veruliga semingsroynd.

- Vit hava endað samráðingarnar uttan at leggja semingsuppskot fyri partarnar, sigur Terje Sigurðsson, semingsmaður, sum ikki vil gera fleiri viðmerkingar.

Greinin stendur á kvf.fo. Tíðindafólkini eru John Johannessen og Elin Winther Poulsen

Eftir at hava gjøgnumgingið øll krøvini frá pørtunum, staðfesti semingsmaðurin, at grundarlag var ikki fyri at leggja uppskot fram. Tí teir vistu frammanundan, at tað fór at verða vrakað.

Tað hevur enn ikki eydnast okkum at fáa fatur á Óluvu í Gong, forkvinnu í Felagnum Føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, vil ikki gera viðmerkingar til málið í løtuni. Hon sigur, at nú fara tey at viðgera støðuna nærri í Fíggjarmálaráðnum.