Seinnapartin í gjár kastaði semingsmaðurin frá sær
KAF sigur nei til skipað viðurskifti.
Maskinmeistarafelagið slepti at kalla øllum øðrum krøvum fyri at fáa greiðar ásetingar um arbeiðstíðina í sáttmálan, men tað vil KAF ikki. Formaðurin í felagnum undrast á, hví KAF ikki vil hava skipað viðurskifti á arbeiðsmarknaðinum
Semingsmaðurin kastað frá sær í royndini at fáa semju millum Maskinmeistarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, KAF, um nýggjan sáttmála fyri maskinmeistararnar hjá SEV og IRF.
Tað skrivar Maskinmeistarafelagið.
Í Maskinmeistarafelagnum undrast tey stórliga, at KAF ikki hevur verið til at vika, men bara vent øllum ynskjum í hurðini. Tí knúturin í samráðingunum er ikki krøv um stórar lønarhækkingar, men eitt einfalt krav hjá Maskinmeistarafelagnum um at fáa skipað viðurskifti á sáttmálaøkinum.
Ítøkiliga snýr tað seg um eitt krav um at fáa greiðar arbeiðstíðarreglur ásettar í sáttmálanum. Reglur, sum definera arbeiðstíðina – og harvið eisini frítíðina hjá starvsfólkunum – og áseta karmar fyri eitt nú arbeiði í vaktum.
Sáttmálabrot
Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, er stórliga bilsin, í felagnum eru tey ikki í iva um, at tað er í stríð við galdandi sáttmála, soleiðis sum vaktararbeiðið hjá SEV verður praktiserað og umsitið í dag.
- Hjá SEV hava tey vaktarskipanir í dag, sum greitt bróta við sáttmálaásetingarnar, og tær eru ongantíð góðkendar av Maskinmeistarafelagnum. Fingu vit semju um arbeiðstíðarreglurnar, høvdu vit kunna gjørt tað lógligt, sum í dag er ólógligt.
- Men okkurt bendir á, at KAF vil hava kaos á økinum, so tey betur kunnu manirera við fólkinum, sum tey finna tað fyri gott. Eg dugi í hvussu er ikki at síggja nakra skilagóða grundgeving fyri at siga nei til skipað viðurskifti, sigur hann.