Seinasti túrurin gjøgnum Hvannasund
Her fer Rókhamar, sum tann seinasti báturin siglandi suður gjøgnum Hvannasund, áðrenn tað varð stongt fyri skipaferðslu í 1973. Innistovumenninir í Klaksvík áttu Rókhamar, sum Tóri Simonsen í Hvannasundi førdi um hesa tíðina.
Móti endanum á 1974 var byrgingin so mikið liðug, at bilar kundu koyra um hana, men tá var hon so lág, at á flóð var tað ikki meira, enn hon kom undan. Men tað var stórur áhugi at koyra um byrgingina, og onkur vikuskifti koyrdu fleiri hundrað bilar um hana. Tá kundi tað onkuntíð koma fyri, at tað var torført hjá bilum, sum høvdu verið biltúr á Viðareiði, at koma aftur til Norðdepils.
Byrgingin varð ikki alment tikin í nýtslu fyrr enn í 1975, og tey, sum koyrdu um hana undan hesum, høvdu sjálvi ábyrgdina av koyringini. Brúgvin um Streymin og byrgingin um Hvannasund eru júst líka langar - báðar eru tær 220 metrar. Sólbjørn Hansen tók myndina og lænti mær hana.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.