Seinasti túrur hjá sluppini Sigurfari
Á myndini fer sluppin Sigurfari sín seinasta túr út eftir vágni í Klaksvík ávegis til Íslands. Íslendingar keyptu sluppina frá Seglhúsmonnunum í 1974, eftir at hon hevði ligið í nøkur ár. Í Íslandi varð sluppin sett upp á land á Akranesi, har hon var ein sonn býarmynd. Tað er kostnaðarmikið at umvæla gomul træskip, og í 2019 var hon so illa farin, at avgjørt var at beina hana burtur.
Sigarfari varð smíðað í Onglandi í 1885, og keypt til Íslands í 1897. Í januar 1920 keypti Sørin Sørinsen á Viðareiði sluppina til Føroya. Hetta var eitt tiltikið illveðursár, og tað gekk ógvuliga striltið at sigla sluppina til Føroya. Kanska var tað hepni, at hon ikki gekk burtur á heimferðini. Sigurfari var deyðsiglari fyrstu nógvu árini, og hon fekk ikki motor ísettan fyrr enn í 1929.
Tann 19. januar í 1920 loystu tveir føroyingar og fýra íslendingar sluppina frá landi í Reykjavík. Fyrsta dagin høvdu teir gott veður, men síðan kom illveður lágt. Tann 1. februar fingu teir botn við Føroyar, men tá brast hann á við ódnarveðri lágt við kavaroki. Bummurin brotnaði og skipið fór at leka. Teir róku yvir aftur móti Íslandi, og hildu norður við landinum. Tann 27. februar eydnaðist teimum at ankra upp á Seydisfjørðinum, har teir lógu í 12 dagar, og fingu proviant og brenni.
Tá teir vóru komnir eitt sindur fyri seg, hildu teir á aftur móti Føroyum, og tá gekst betur. Teir høvdu fimm samdøgur um ferðina og ankraðu á Klaksvík tann 16. mars. Teir sluppu tó ikki í land beinanvegin, tí spanska sjúka gekk í Íslandi. Tí máttu teir verða verandi umborð í 10 dagar afturat. Tá høvdu Sigmund í Árnafirði, sum var skipari, og Ziska á Fløttinum verið burtur í góðar fýra mánaðir.
Seinastu nógvu árini áttu Seglhúsmenninir Sigurfari, og hon legði nógvar lastir upp á land í Klaksvík.
Óli Jákup Dragaberg lænti mær myndina.
Tað skrivar Jákup Andreasen, fyrrv. skúlastjóri á Fiskivinnuskúlanum í Vestmanna.