Seinasta stundin hjá Kambi fangað á mynd hjá donsku sjóskaðanevndini

Mynd: Den Maritime Havarikommission

Í sambandi við kanningararbeiðið av syrgiligu vanlukkuni, tá fyrstilínuskipið Kambur sakk, hevur dansk sjóskaðanevndin almannakunngjørt mynd av seinastu stundini hjá Kambi.

Danska sjóskaðanevndin kannar í løtuni tilburðin, tá frystilínuskipið Kambur sakk 6. februar og tveir mans sjólótust. 14 mans vórðu bjargaðir. 

Hetta sæst inni á heimasíðuni hjá KAMBUR - Forlis den 6. februar 2024 (dmaib.dk)

Enn er ikki greitt, nær skaðafrágreiðingin um syrgiligu vanlukkuna er liðug, men tilburðurin verður kannaður sum "stabilitet/lækage" stendur á heimasíðuni.

Mynd av Kambi

Í sambandi við arbeiðið, so hevur danska sjóskaðanevndin eisini almannakunngjørt ein mynd av seinastu stundini hjá Kambi. 

Á myndini er ljóst, og Kambur liggur á liðini og rættiliga tungt í sjónum. 

Teir av manningini, ið høvdu megnað bjargað sær upp á skipsíðuna, eru tiknir av Kambi. 

Kambur, Danska skaðanevndin, sjóskaðanevndin

Tað skrivar Uni L. Hansen á kvf.fo