Sáttmálabrot fær skjótar avleiðingar
Ásetingarnar í sersáttmálanum fyri Hoyvík standa við, men reglurnar fyri sáttmálabrot eru herdar. Nú kann sáttmálin ógildast tríggjar dagar eftir fráboðað brot, um tað ikki er rættað innan ta tíð.
Tað gekk ikki long tíð, áðrenn álvarsligt stríð tók seg upp um sersáttmálan, sum Føroya Fiskimannafelag 6. januar gjørdi við p/f Thor Fisheries fyri uppsjóvarskipið Hoyvík.
Thor Fisheries helt ikki ásetingarnar um at lata Fiskimannafelagnum upplýsingar í samsvar við felagsreglurnar í høvuðssáttmálanum, sum eisini eru galdandi í sersáttmálanum.
Tí lýstu Føroya Fiskimannafelag og Føroya Skipara- og Navigatørfelag, sum hevur gjørt ein líknandi sersáttmála við Thor Fisheries, fríggjadagin mynstringarbann ímóti Hoyvík.
Um vikuskiftið fekst tó semja ímillum partarnar, nýggjur sersáttmáli varð gjørdur og mynstringarbannið avlýst.
Nýggja sersáttmálin hevur somu ásetingar sum tann frá 6. januar, men í tí nýggja er eitt nýtt punkt 6 sett inn, sum ásetir avleiðingarnar av sáttmálabroti.
Nýggja punkt 6 ljóðar soleiðis: Um annar av pørtunum brýtur ásetingarnar í hesum sáttmála, so kann hin parturin slíta sáttmálan, um ikki brotið er rættað innan tríggjar dagar eftir, at tann, sum hevur brotið sáttmálan, hevur fingið fráboðan um hetta.
Nýggji sersáttmálin kann takast niður sum pdf á leinkinum niðanfyri.
Sersáttmáli millum P/f Thor Fisheries og Føroya Fiskimannafelag