Sandshavið nýmálað
Sandshavið fór á beding 26. juni á Skála Skipasmiðju. Nú 13. August var arbeiðið partvíst liðugt.
Teir hava sandblást alt sum sandblásast kann. Alt er eisini málað.
Okkurt umborð er eisini gjørt, so sum gengur og hurðar. Tó eydnaðis ikki at gera alt sum ætlanin var.
Á facebook vanganum hjá Sandshavinum fegnast teir um, at Sandshavið nú aftur fleyt, eftir drúgva tíð á Skála Skipasmiðju.
Nú fara teir á Havnina fyrst eftir agni og pakningi. Mánadagin fara teir so til fiskiskap undir Føroyum.
Teir eiga 120 dagar í fiskidagaskipanini árliga, tað sigur reiðarin Eyðvarur Petersen, at enda.