Sandshavið er í Eysturgrønlandi

Kvotan er uml. 150 tons í rundum ( sí myndarøð )

Reiðarin á Sandshavinum, Kristian Martin Petersen, sigur, at teir fóru úr Føroyum sunnudagin 8. apríl beinleiðis til Eysturgrønlands. 

Teir byrjaðu at seta hóskvøldið og kvotan er uml. 150 tons í rundum. 

Tað eru 16 mans við Sandshavinum og Virgar Hentze er skipari.

Teir vera í Eysturgrønlandi í nakrar vikur, alt eftir fiskiskapi, sigur Kristian Martin, reiðari.

Julian Nolsø, skipari á Polar Nanoq, tók myndirnar av Sandshavinum leygardagin.