Samstarv millum fakfeløg
- Møguliga kemur samhaldsfasta samfelagið ikki, og tá hava vit einans okkum sjálvar at líta á. Tí er tað av alstórum týdningi, at fiskimenn standa saman sum ein eind
Føroya Fiskimannafelag er limur í Samtak, og her heldur felagsformaðurin, Jan Højgaard, at felagsskapurin hevur styrkt støðuna munandi.
Tað segði Jan Højgaard á landsfundi hjá Føroya Fiskimannafelag tann 28.desember í 2022.
- Fara vit nøkur ár aftur, hevði hetta ikki minst týdning, tá vit høvdu orrustur við reiðarar, sum ikki vildu halda sáttmálan.
Hann segði, at tá feløgini í Samtaki ikki vildu landa skip, ið ikki høvdu sáttmála, fekk Fiskimannafelagið sáttmálan upp á pláss.
- Vit hava eisini havt tætt samband við Havnar Arbeiðarafelag, tá onkur mál hava tikið seg upp.
Jan Højgaard fegnaðist í síni frágreiðing eisini um samstarvið við hini manningarfeløgni á ymiskum økjum.
- Viðhvørt hava vit samráðingar saman, og aðrar tíðir eru samráðingarnar hvør sær.
Hann legði aftrat, at felagið eisini hevur samband við onnur fakfeløg.
- Tað er gott, at ein fakfelagsrørsla kann standa saman og verja øll verkafólk.
Jan Højgaard nevndi eisini tankan um eitt føroyskt LO og helt fyri, at um so hevði verið, høvdu øll fakfeløg verið noydd at slúkt kamelar, sum hann tók til.
- Sum støðan er nú, standa fakfeløgini ikki altíð saman, tí summi halda seg vera meira verd enn onnur. Hetta er galdandi fyri bæði almenna og privata arbeiðsmarknaðin.
Felagsformaðurin nevndi eitt dømi, sum har herfyri, har tvey fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum vildu hava meira úr barsilsgrunninum, enn hini fakfeløgini í skipanini vildu.
- Meðan vit bíða eftir einum samhaldsføstum samfelag, mugu fiskimenn standa saman og ikki lata uttanfyristandandi seta kílar inn í felagið.
Og Jan Højgaard endaði við hesum orðum í hesum viðfangi:
- Møguliga kemur tað samhaldsfasta samfelagið ikki, og tí hava vit einans okkum sjálvar at líta á. Tí er tað av alstórum týdningi, at fiskimenn standa saman sum ein eind – og samanhald gevur styrki, segði felagsformaðurin á landsfundinum tann 28. desember.
Tað skrivaði Vilmund Jacobsen í Sosialinum, beint eftir landsfundin hjá Føroya Fiskimannafelag.