Hoyr samrøðuna við Tummas Rólant Strøm

Pápin, Hans, róði út á ein íslendskan trolara at biðja um kjans. Tað eydnaðist. Øll familjan fór við til Íslands, og tey komu ongantíð aftur at búgva.

Pápin æt Hans Strøm og var av Tvøroyri, mamman æt Jastrid Bech og var úr Sumba.

Í 1959 var pápin arbeiðsleysur og gjørdi alt fyri at útvega sær arbeiði. Á ein tilvildarligan hátt endaði øll familjan á Akureyri.

 

Pápin: Hans Karl (bara kallaður Hans) Strøm (seinni Tómasson), føddur 18.06.1924 - deyður 07.11.1999 75 ára gamal

Mamman: Jastrid Olina Súsanna Strøm - bara rópt Jastrid (f. Bech), fødd 08.07.1928 - deyð 29.08.2023 95 ára gomul

Beiggin: Petur Virgar Hansson (f. Strøm), føddur 27.05.1952 - deyður 13.11.2018 66 ára gamal

Tummas Rólant Hansson (f.Strøm): Føddur 24.09.1954 er 69 ára gamal. Býr í Reykjavík. (Hansara navn í dag er Tómas Rólant Hansson)

 

Hoyr samrøðuna, sum Birgir Waag Høgnesen gjørdi við Tummas Rólant HER