Samrøða við Ossa, um at toskurin er komin aftur á landgrunnin
Bátarnir hava fingið tosk norðanfyri, sum vigar 30-40 pund og er mettur at vera 10-15 ára gamal.
Kári Sólstein hevur gjørt samrøðu við Osmund Justinussen TRYST HER https://kvf.fo/gmf?sid=155393
Toskafiskiskapurin undir Føroyum hevur verið sera vánaligur í fleiri ár, men beint fyri páskirnar brendu bátar í stóran og feitan tosk á norðhavinum.
- Eg tosaði við Kjartan Joensen, sum hevur fiskað næstan alt lívið, og hann segði, at hann hevði neyvan nakrantíð sæð eina so stóra samling av so stórum toski, sigur Osmundur Justinussen.
Osmundur Justinussen er reiðari og hevur í eitt mannaminni fylgt sera væl við fiskiskapinum undir Føroyum.
Stórur og feitur toskur
Kjartan hevði verið á Norðhavinum og fiskað beint fyri páskirnar. Teir størstu toskarnir vigaðu 30 og heilt út ímóti 50 pund.
- Hasin toskurin er ikki vaksin upp á Norðhavinum í ár. Handan støddin av fiski er millum 10 og 15 ára gomul, greiðir Osmundur frá.
So kemur tann stóri spurningurin, hvar hevur hann hildið til? Tí slíkir feitir og vælvaksnir toskar hava ikki verið at sæð ella fiskaðir á landgrunninum í fleiri ár.
- Eg dugi ikki at svara við vissu, men hann hevur nokk verið uppi í sjónum og hildið til á opnum havi.
Sjógvurin er kaldari
Sjógvurin við Føroyar er kølnaður seinastu tíðina. Frá at hava ligið um 10 stig tey seinastu árini, er hann kølnaður niður í 6-7 stig.
- Hetta eru góðar umstøðir hjá toski, og tá søkir tann stóri toskurin botn aftur, greiðir Osmundur frá.
Orsøkin er hinumegin jørðina
Orsøkin til hetta skal finnast heilt yvir í Kyrrahavinum, har veðurfyribrigdini El Niño og La Niña gera um seg. Seinastu fýra árini hevur La Niña verið við yvirlutan, og hetta hevur gjørt, at sjógvurin kring Føroyar er hitnaður, men nú tá ið El Niño tekur La Niña, kølnar sjógvurin við Føroyar.
- Hetta ger, at liviumstøðurnar hjá hvítfiski gerast betri á landgrunninum, greiðir Osmundur frá.
- Men um hetta verður galdandi framyvir, tori eg ikki at spáa um, heldur Osmundur Justinussen fram við einum brosi.
Um toskurin er komin aftur á landgrunnin, er ov tíðliga at siga enn.
Lurta eftir samrøðuni við Osmund Justinussen.
Frágreiðingar um El Niño og La Niña og hvussu tað ávirkar hitan á Norðurhøvum.