Samrøða við Bjarka Magnussen, reiðara á Eysturbúgvanum

Skulu fiska sild, makrel, gulllaks og so botnfisk.Vóna at fáa part í svartkjaftakvotuni.

Mikudagi kom nýggi Eysturbúgvin á Havnina. 

Vit vóru umborð og gjørdu samrøðu við reiðaran, Bjarka Magnussen, um nýggja Eysturbúgvan.

TRÝST Á PÍLIN NIÐAST Í GREININI OG HOYR SAMRØÐUNA

Bjarki sigur, at teir hava leita leingi eftir nýggjum skipi, eisini áðrenn gamli Eysturbúgvin sakk. Hava eisini hugt at onkrum skipi sum líktist nógv gamla Eysturbúgvaanum, men vóru ikki nøgdir. 

Síðan kom skipsmeklari uppí og tá komu teir framá uppsjóvarskipið Mostein. Skipið er keypt úr Norra fyri 35 milliónir.

Eysturbúgvin er 45 metrar langur, og bygdur í 2001. Skipið er nakað størri enn undanfarni Eysturbúgvin. 

 Í skipalistanum stendur soleiðis um Eysturbúgvan

 

  • BT - Bruttutons 749
  • NT - Nettotons 259
  • Longsta longd, LOA 49,96
  • Longd, metrar 44,17
  • Breidd, metrar 10
  • Dypd, metrar
    Upp til høvuðsdekk 7,15

TRÝST Á PÍLIN  HOYR SAMRØÐUNA