SAMRØÐA: Sjóvinnustýrið hevur gjørt tað sum skal gerast higartil

Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, harmast

Stjórin í Sjóvinnustýrinum harmast um, at Maskinmeistarafelagið ikki hevur álit á stovninum, tí stovnurin hevur gjørt sum hann skal sum málið lggur nú.

Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum, harmast um, at formaðurin, Arnfinnur Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum, ikki hevur álit á Sjóvinnustýrinum. Tað segði formaðurin í Maskinmeistarafelagnum, at hann fór at seta seg í samband við kyprisku myndugleikarnar fyri at tosa við teir um trygdina umborð á Galaxy.

Orsøkin er, at Sjóvinnusstýrið hevur valt ikki at gera meira við málið, tí tað er ivasamt um tað heldur í rættinum, um tað fer tann vegin.

Tað sigur Hans Jóhannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum.

- Vit hava sæð myndina og vit hava staðfest tað, sum persónurin hevur víst. Men vit hava fingið aðrar upplýsingar frá skiparanum og Strandferðsluni, og tá mugu vit meta um, hvat er rætt at gera. Skulu vit fylgja málinum, sum portstate-eftirlit, so skulu vit vera vís í, at tað heldur til eitt rættarmál, og har sigur løgfrøðiliga metingin hjá okkum, og hon byggir á verandi upplýsingar, at tað ikki er skilagott at senda málið til løgregluna og at fara í rættarskipanina við tí, sigur stjórin í Sjóvinnustýrinum.

Hann harmast sum sagt um, at fólk, ella onkur, grundað á hetta málið, hevur mist álitið á Sjóvinnustýrinum, tí sambært stjóranum gera starvsfólkini hjá Sjóvinnustýrinum eitt stórt arbeiði, saman við Klassanum, fyri at syrgja fyri, at føroyski flotin er tryggur.

Málið um hekkuportrið á Galaxy fekk kanska eina løgna byrjan, tí tað byrjar við einari mynd, sum er dulnevnd. Og hóast stjórin í Sjóvinnustýrinum sigur seg onga orsøk hevur til at siga, at myndin er følsk, so má henda støðan vektast í mun til hinar upplýsingar, sum stýrið hevur fingið frá hinum pørtunum í málinum. Og tá tað er gjørt má mann eisini hyggja eftir, um tað heldur í rættinum, og tað er tað sum mann hevur gjørt, vísir Hans Jóhannes á Brúgv á.

Í síðstu viku kom eisini fram, at Sirið Stenberg, landsstýriskvinna við vinnumálum, hevur biðið Sjóvinnustýrið um eina frágreiðing. Tað segði landsstýriskvinnan sjálv við KvF. Tað skilir stjórin í Sjóvinnuhúsinum væl, tí stýrið er knýtt at Vinnumálaráðnum, og tí er skilagott at ráðið veit, hvat Sjóvinnustýrið ger í hesum málinum. Landsstýriskvinnan bað um frágreiðingina fríggjakvøldið og hon er longu latin ráðnum.

Sum nevnt í síðstu viku, hevur persónurin, sum hevur tikið myndina, nú meldað málið til løgregluna, ið sum skilst hevur valt at vísa til Sjóvinnustýrið. Akkurát tað hevur Hans Jóhannes á Brúgv ongar viðmerkingar til. Spurdur, um tað kann broyta nakað, um stýrið nú sleppur at tosa við myndatakaran, svarar hann, at tað má tíðin vísa.

- Sleppa vit at tosa við viðkomandi, so er talan um eina nýggja støðu, og so taka vit tað harfrá, sigur Hans Jóhannes á Brúgv.

Trýst á pílin undir her fyri at hoyra innslagið, sum var í tíðindunum klokkan 14.00 í dag: Sjóvinnustýrið hevur gjørt tað sum skal gerast higartil | Kringvarp Føroya

kvf.fo 05.10.2025