Samráðingarnar um sáttmálarnar hava verið truplar
Krøvini handað fyri maskinmeistarar í privatu vinnuni.
Formaðurin í Maskinmeistarafelagnum vónar, at samráðingarnar um sáttmálan fyri privat settu maskinmeistararnar á landi verða lættari enn samráðingarnar við almennu arbeiðsgevararnar, tí viðurskiftini á privata arbeiðsmarknaðinum í hvussu er á pappírinum er meira einføld
Í dag handaðu Maskinmeistarafelagið og Føroya Arbeiðsgevarafelag (FAG) sínamillum krøvini til nýggjan sáttmála fyri maskinmeistarar á landi, sum gekk út 1. juni. Kravhandanin fór fram í Vinnuhúsinum.
Partarnir vóru tíðliga í summar samdir um at bíða eitt sindur við tingingunum, meðan harðast leikaði á við samráðingunum á almenna arbeiðsmarknaðinum.
LES ALT HER Krøvini handað fyri maskinmeistarar í privatu vinnuni - Maskinmeistarafelagið (mf.fo)