Samráðast um krøvini
Starvsfelagið, Lønardeildin hjá Fíggjarmálaráðnum og Kommunala arbeiðsgevarafelagið hittast í dag at tosa um krøvini, sum partarnir lótu hvør øðrum fríggjadagim.
Sáttmálarnir vóru galdandi til 1. oktober.
Sáttmálarnir vera tó brúktir, so leingi samráðingar eru.
Í dag fara partarnir at viðgera krøvini fyri at vissa seg um, at teir hava somu fatan um, hvat biðið verður um.