Samanlagt hava vit 270 tons av fiski, mjøli og lýsi
Mánadagin lá norski frystitrolarin Langøy við bryggju í Tórshavn.
Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk millum annað eitt prát við skiparan, Chris Fredheim.
Hann segði:
-Vit hava roynt í Barentshavinum í fýra vikur. Samanlagt hava vit 270 tons av fiski, mjøli og lýsi.
Vit hava roynt víða, men fiskiskapurin hevur verið smáligur.
-Vit koma frá fiskiskapi og skulu landa í Ålesund mikudagin. Tá skifta vit manning áðrenn skipið fer avstað aftur. Ávegis til hús, hava vit valt at bunkra í Føroyum, sigur Chris.
30 fólk eru við Langøy, harav fýra konufólk. Ein teirra hevði siglt við har í 10 ár. Trolarin er bygdur í 2013, er 74,7 metrar langur og 15,4 metrar breiður.
Manningin fekk kristiligan lesna og gomlu føroysku heilsaninna: Góðan túr og Jesus fylgi tykkum!
Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin á sínum facebook-vanga. Mynd TJ myndir.