Samandráttur frá Fiskamarknaðinum
Línuskip: Eitt línuskip er ávegis til Íslands og eitt fiskar norðanfyri og landar fyrst i vikuni .Eitt frystilínuskip fiskar undir Føroyum.og fiskar mest av longu og brosmu. Tvey eru á Íslandsrygginum, tvey eru á Flemish Kap og eitt við Grønland.
Útróður: Streymurin batnar og veðrið sær út til at blíva gott, so vit rokna við nakað av útróðri. Fleiri fiska á Føroya Banka og fiskaríið er hampuligt.
Djúpvatnstrolarar: Ein frystitrolari er í bretskum sjógvi og fiskar svartkalva. Ísfiskatrolarirnir eru eisini í bretskum sjógvi og fiska svartkalva.
Partrolarar: Fýra pør eru til fiskarí og koma tey flestu at landa í vikuni.