Sólberg og Sámal taka ikki ein deksvakt aftrat

Flestu nevndarlimirnir stilla upp til nevndarvalið á landsfundinum, men tveir av verandi nevndarlimunum, Sólberg Olsen úr Miðvági og Sámal Poulsen úr Sandvík, stilla ikki uppaftur.

Hevur sitið í meira enn 30 ár

Sámal Poulsen hevur umboðað Suðuroynna síðan 1994, tá ið hann varð valdur í nevndina fyri fyrstu ferð.

Sámal sigldi við Oyrnafjalli frá 1992 til 1997. Síðan sigldi hann nøkur ár við Anitu, Sancy, eitt langt tíðarskeið við Nim, Hoyvíkingi og Nornagesti. Seinasta tørnið var eitt drúgvt tíðarskeið við Nærabergi.

Í 2008 tók hann við næstformanssessinum í Fiskimannafelagnum eftir Eyðun Johannesen av Oyrabakka. Sámal gavst at sigla fyri ikki so nógvum árum síðani, og nú leggur hann so eisini fakfelagsarbeiðið frá sær.

Tók við í 2016

Sólberg Olsen kom inn í nevndina fyri Andreas Berglíð í 2016. Sólberg hevur, eins og Sámal, siglt nógv í sínum langa sjómansslívi.

Sólberg hevur m.a. siglt bæði við línubátinum og trolaranum við navninum Vesturvón, við Føstuvarða og við Ametyst. Onkrar avloysaratúrar hevur Sólberg eisini verið við Hamrabergi.

Fiskimannafelagið takkar Sámali og Sólbergi fyri gott samstarv í nevndini og ynskir teimum alt tað besta