Enn vita fólk ikki hví báturin sakk.
Í gjár um kl. 15 tíðaina fekk Sløkkiliðið í Eysturkommunu boð um, at ein lítil útróðrarbátur í bátahylinum í Leirvík var sokkin.
Tað tók Sløkkiliðnum í Eysturkommunu ikki nógv meira enn ein tíma, so var báturin komin upp aftur.
Tað skrivar eyp.fo, sum eisini eigur myndina.