Ruth Boetius vann valið við stórum meiriluta í Havnar Arbeiðskvinnufelag

Forkvinnan seinastu nógvu árini, Vígdis Johannesen, stillaði ikki uppaftur.

Ruth Boetius er nýggj forkvinna í Havnar Arbeiðskvinnufelag.

Felagið hevði aðalfund í gjár, og tvey valevni vóru til forkvinnusessin: Ruth Boetius og Karin Højgaard.

Ruth Boetius vann valið við stórum meiriluta.

Karin Højgaard varð vald í nevndina.

Forkvinnan seinastu nógvu árini, Vígdis Johannesen, stillaði ikki uppaftur.

- Einaferð skal man gevast, sigur Vígdis Johannesen í stuttari viðmerking. Hon hevur verið forkvinna síðani nítiárini.

Gamla nevndin skal hittast í dag at skriva undir roknskapin, sigur Vígdis Johannesen.

Umleið 80 kvinnur møttu á aðalfundinum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í gjár, og tað var ein sera góður fundur, sigur Vígdis Johannesen.

Tað skrivar kvf.fo