Ruth Boetius tók við eftir Vígdis Johannesen

Hon hevur sitið í 30 ár í forkvinnusessinum

Í gjár var móttøka í hølunum hjá Havnar Arbeiðskvinnufelag í Bøgøtu í Havn í sambandi við at Vígdis Johannesen eftir 30 ár í sessinum í summar valdi at gevast sum forkvinna í felagnum.

Á aðalfundinum fyrst í juli valdi Vígdis ikki at stilla uppaftur. Í staðin er Ruth Boetius vald til nýggja forkvinnu.

Í gjár var høvi at koma á gátt hjá arbeiðskvinnufelagnum at heilsa upp á fráfarandi og nýggju forkvinnuna í felagnum.

Umframt Ruth Boetius, sita nú hesar í nevndini í Havnar Arbeiðskvinnufelag: Leila Johannesen, næstforkvinna, Karin Højgaard, skrivari, Hansina Johannesen og Óluva Persson.  

Her síggjast fleiri myndir av Vigdis Dagur.fo | Forkvinnuskifti í arbeiðskvinnufelagnum (portal.fo)

Tekstin eigur Ingi Samuelsen á portal.fo