Rúni arbeiðir við tøknieftirliti og KT-umsiting á Varðanum á Tvøroyri
Sigast má, at limir okkara eru sera fjølbroyttir og arbeiða innanfyri nógv ymisk øki
Rúni er 50 ár, er úr Froðba men býr í Hvalba, og arbeiðir við tøknieftirliti og KT-umsiting á Varðanum á Tvøroyri Tøkniliga arbeiðið inniber at “stýra” framleiðsluni, tað vil siga, at halda eyga við, at fiskurin fer har, hann skal - og at man fær so nógvan fisk ígjøgnum, sum møguligt
Varðin viðger uppisjóvarfisk, so sum makrel, sild, svartkjaft og lodnu
Umframt tøknieftirlit hevur Rúni fyrstuhonds KT-umsiting um hendi. Tað vil siga, hann skal tryggja, at allar skipanirnar koyra, sum tær skulu. Í dag eru allar skipanir stýrdar av KT
Rúni hevur starvast á Varðanum síðan 2013, og sigur hann, at tað ber boð um, at hann stórtrívist. Honum dámar arbeiðið, tí tað er sera fjølbroytt og uppgávurnar eru sera ymiskar. Og so hava góðu starvsfelagarnir eisini sera stóran týdning. Sjálvandi, summi av starvsfólkunum verða skift út innímillum, av tí, at serliga ung fólk bert arbeiða í feriunum ella í eitt ella tvey ár áðrenn víðarilesna. Men har er ein “kjarna” á umleið 30 fólk, sum øll hava starvast har í nógv ár, og tað hevur eisini nógv at siga
Spurdur, um nakrar avbjóðingar eru við arbeiðnum, svarar hann, at tað kann verða ein avbjóðing av tað ikki eru tvey ár, sum eru eins. At man ikki altíð veit, um ella nær tað verður fiskur. Men hetta ger tað somuleiðis spennandi
Túsund takk fyri, at tú vildi vera við í Verkafólkavanganum, Rúni, og vit ynskja tær alt tað allar besta framyvir.
Greinin og myndin eru frá Verkafólkavanganum, sum Føroya Arbeiðarafelag hevur av og á - á síni facebook-vanga.