Rúm fyri ábótum - sigur Sjóvinnustýrið

Kanningarnar vórðu gjørdar á teimum 12 føroysku línuskipunum

 

Eftir vanlukkuna 6. februar 2024, tá ið Kambur sakk, fór Sjóvinnustýrið undir eitt eftirlitsátak umborð á føroyskum línuskipum. Endamálið var at kanna trygdarstigið umborð á línuskipunum fyri at fáa eina heildarmynd av trygdini og eyðmerkja, hvat møguliga kann betrast.

Hesi skip blivu kannaði.

Klakkur - Polarstjørnan - Núpur - Pison - Kambur - Stabin - Sandshavið -  Mars - Jógvan I - Vesturhavið  - Eivind  - Jákup B  -  Kvikk  

Kannin av sløkkiútgerð

• 94,2 %: Sløkkiskipanir virka.

• 91,7 %: Viðkomandi tænastueftirlit er framt.

• 82,5 %: Manning dugir at handfara sløkkiskipan.

• 84,2 %: Roykmeldaraskipan virkar nøktandi.

Niðurstøða - Eldsløkki- og roykmeldaraskipanir Kanningin vísir, at eldsløkkiskipanirnar sjálvar eru í lagi og virknar, men at tørvur er á betri upplæring og venjing av manningini. Tí eru reiðarí og skip kunnað um hesi viðurskifti og heitt verður á tey um at: • Skipa fyri nøktandi upplæring og royndum • t.d. sum partur av brandvenjingum umborð.

Les alla kanningina HER línuskipini