Rokfiskiskapur eftir sild

Íslendsk skip fiska íslandssild, og føroysku skipini fiska norðhavssild

Íslendingar hava ikki fiskað so nógva sild í nógv ár, sum nú í heyst. 

Sildafiskiskapurin byrjaði seinnapartin í oktober.

Skipini fiska vestan fyri Ísland. Sildin, sum tey fáa, er bæði feit og góð.

Sildin verður seld til lond í Eysturevropa.

Íslendsk skip fiskaðu 81.000 tons av uppsjóvarfiski í oktober, helvt um helvt sild og svartkjaft.

Eisini føroysk skip

Føroysk skip fiska bara í íslendskum sjógvi nú.

Íslendingar fiska íslandssild, sum føroyingar ikki sleppa at fiska. Føroyingar fiska bara norðhavssild.

Tí fiskar Ísland so nógv nú, tí íslandssildin er væl fyri.

Kunnu landa uttanlands

Trý skip sleppa sambært nýggjari kunngerð at landa uttanlands í eina viku. 

Kunngerðin loyvir skipum at landa norðhavssild uttanlands frá 14. november til 22. november.

Fyri góðum tveimum vikum síðani høvdu føroysk skip 95.000 tons eftir av norðhavssild í ár.

Bara 5.500 tons vóru tá fiskað. Kvotan er 100.313 tons í ár.

Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo