Bókin “Av bekki á skipabunka” er komin í bókabúðirnar
Bókin roynir í brotum at lýsa sigling í Norðurhøvum, særliga um føroyaleiðina, frá landnámi til okkara dagar. Tað skrivar ritograk.fo.
Dimmalætting skrivar soleiðis:
“Av bekki á skipabunka” er heitið á nýggjari bók, sum er komin í bókabúðirnar. Rithøvundur er Óli Olsen.
Við støði í rannsóknum verður roynt at lýsa, nær ið fyrstu fólkini settu seg niður í Føroyum.
Báta- og skipafundir í grannalondum verða viðgjørdir í royndini at seta Føroyar inn í eina søguliga tilgongd ella menning.
Í 1271 fara útlendsk farmaskip at sigla upp á Føroyar. Seinni taka føroyingar táttin upp. Sagt verður brotakent frá føroyskari farma- og ferðafólkasigling til henda dag.
Umrøddar verða útlendskar og føroyskar fiskiroyndir undir Føroyum, til føroyskur skipsfiskiskapur í 1870-unum fótar sær.
Í 1856 fáa føroyingar frían handil. Meginhandlar taka seg upp, og skip teirra sigla við farmi innan og uttan fyri landoddarnar.
Í 1896 byrjar Smiril strandfarasigling. Aðrar farleiðir taka seg upp, og sagt verður frá rutum og rutubátum, til Strandfaraskip landsins taka um endan.
Bókin er 173 síður, hevur nógvar forkunnigar myndir og kostar 290 kr. Forsíðan sýnir farmaskipið Jubelfesten, sum sigldi nógv upp á Føroyar.