Rithøvundin Óli 80 ár í dag
Í dag - 21. august - fyllir Óli Jacobsen 80 ár. Óli varð føddur í Kalundborg á Sælandi í 1943. Í 1950 flutti hann við foreldrum og systkjum til Norðragøtu at búgva. Havi hoyrt at hann fór til skips við slupp heilt ungur.
Her í Føroya Fiskimannafelag kom Óli í nevndina í 1966. Hann sat leingi, ja rættiliga leingi í felagnum sum nevndarlimur og formaður. Hann sat sum formaður felagsins frá 1971 fram til 2007, tá ið onnur tóku við. Í tíðini sum formaður stjórnaði Óli eisini FF-blaðnum, sum var sera væl dámt millum manna.
Óli var tó burturfrá sum formaður, meðan hann var landsstýrismaður í eitt gott ár. Ikki bara sat hann sum landsstýrismaður, hann sat eisini á tingi. Hann sat fyri Verkamannafylkingina tingsetuna frá 1994-1998.
Sjálvur kom eg at kenna Óla, tá ið eg starvaðist sum marknaðarleiðari í Miðlahúsinum frá 2005 til 2016.
Tað var ein fragd at arbeiða saman við Óla. Tá hevði leiðslan litið Óla upp í hendi at skriva siðsøguligar greinar hvørja viku. Hann sat heima og skrivaði greinarnar, og har var eingin slingur í valsinum.
Ein avtala var eina avtala. Varð Óli spurdur, hvussu nógvar síður hann hevði til komandi blað og hann segði fýra síður, ja so vórðu tað fýra síður – hvørki fleiri ella færri. Tá ið Óli læt tilfarið frá sær, var tað rættlisið, myndir fylgdu við og tekstur var undir hvørjari mynd. Alt púra klárt at seta upp í blaðnum!
Tað var einastandandi stuttligt at arbeiða saman við Óla.
Hvar hann fekk og fær orkuna frá, er ilt at vita, men samstundis sum hann skrivaði greinar, so skrivaði hann eisini eina bók fyri og aðra eftir. Eg minnist satt at siga ikki allar bøkurnar, hann hevur skrivað, men nógvar eru tær í tali. Hann er eisini heiðraður fleiri ferðir.
Pennin hevði hann góðan og hevur hann góðan enn. Hann skrivar framvegis í Sosialinum og skrivar framvegis bøkur, nú hann fyllir áttati.
Óli Jacobsen er giftur við Kirstin F. Nielsen, sum er ættað av Eiði. Saman eiga tey børnini Lindu, Kára, Óla Jákup og Trónd.
Góði Óli, eg vil ynskja tær hjartaliga til lukku við runda degnum.
Birgir Waag Høgnesen