Ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond hava munin
Danskir ríkisborgarar fylla ikki eins nógv í fólkavøkstrinum sum áður. Einans fjúrtan prosent av fólkavøkstrinum seinasta árið kom av donskum ríkisborgarum.
Fyri fimm árum síðani fyltu teir 68%.
Størsti partur av vøkstrinum seinasta árið var millum ríkisborgarar úr Asiu og úr evropeiskum londum uttan fyri norðurlond.
Umleið tólv prosent vóru afrikanskir ríkisborgarar.
Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. september - vøksturin er 1,1%
1. september búðu 54.530 fólk í Føroyum. Tað eru 576 fleiri enn 1. september í fjør. Vøksturin er 1,1%, sum er meiri enn í undanfarna tíðarskeiði, tá hann var 1,0%.
LES ALT HER Stívliga 54.500 fólk búðu í Føroyum 1. september - vøksturin er 1,1% | Hagstova Føroya
Tilvildarlig mynd