Rescue Lív og Tjaldrið komu til hjálpar
Seinnapartin í gjár vóru boð eftir Rescue Lív at hjálpa einum uppsteðgaðan smábáti. Fráboðanin kom stutt fyri klokkan hálvgum trý. Báturin var tá staddur út fyri Hvítanes.
Lív sleipaði bátin á Havnina, og hetta tók beint undir tveir tímar, skrivar heimasíðan hjá Vørn.
Stutt eftir hálvgum sjey um kvøldið varð aftur boðað frá, at ein bátur hevði tørv á hjálp. Talan var um ein útróðrarbát, sum hevði fingið um skrúvuna í Norðhavinum.
Tjaldrið sleipaði bátin til Eiðis, og hetta tók beint undir sjey tímar.
Tað skrivar portal.fo