Reiðarin gjørdi ikki matari enn, at leiga mær eitt leiguflogfar beinleiðis til Føroyar úr Skotlandi

Sjálvur var man til skips, tá man fekk tey ringastu boðini ein kann ímynda sær, nemmiliga at lítla barni var fari frá okkum

Týsdagin støðgaði gerandisdagurin upp eina løtu hjá nógvum fólkum, tá miðlarnir bóru tíðindi frá politinum um, at ein drongur varð funnin lívleysur í barnagarðinum á Oyrarbakka.

Barnið varð flutt á Landssjúkrahúsið og “meira verður ikki kunnað um hendingina” vóru stuttu boðini frá løgregluni.

Í gjárkvøldið vóru boðini meira hugalig. Pápin til drongin, ið sjálvur var til skips, men í skundi varð fluttur til Føroya, greiðir sjálvur frá støðuni á Facebook:

Tað skrivaði portal.fo í gjárkvøldið.

Pápin til drongin skrivar soleiðis á facebook:

"Hey tit øll góðu fólk, her er ein lítil heilsan av Intensiv á LHS. Til øll tykkum sum á ein ella annan hátt hava sent okkum heilsu/tankar og bønir teir síðstu 36 tímarnar; stóra takk fyri at tit hugsaðu og bóðu fyri okkara lítla Fríða.

Sjálvur var man til skips, tá man fekk tey ringastu boðini ein kann ímynda sær, nemmiliga at lítla barni var fari frá okkum, tað var líka sum, at alt samalt steðgaði upp, og lívi bleiv púrasta broytt upp á eitt splitt sekund.

Reiðarin hjá mær, tók og handlaði rættuliga skjótt, gjørdi ikki matari enn, at leiga mær eitt leiguflogfar beinleiðis til Føroyar úr Skotlandi, tað var sera sera pent gjørt av honum, skal sigas.

Frá at hava verði í svartasta holinum ein kann ímynda sær, eru nokk allar bønir hoyrdar, og uppreisnin bleiv ein veruleiki. Ætlanin var at prøva at sløkkja andingartóli í dag, og vita hvussu kroppurin reageraði, tað var ein sera nervapirrandi løta, ið tá fór fram, tí tá kundi eingin siga við vissu hvat tá fór at henda; jú mín sann:) eftir ca. 25min aftaná tey høvdu steðga allari medisin viðgerð, byrjaði lítli at vækna til lívs aftur, tað var barasta ein so óbeskrivilig løta, at tað kann ikki setast orð á ta løtuna.

Eg vil samstundis eisini siga eina stóra tøkk til pedagogarnar/hjálparfólkini í barnagarðinum, fyri skjóta og góða, professionella hjálp alt fyri eitt, tá nú óheldig skuldi verða úti, hattar var eitt henduligt óhapp, ið eingin orduliga kann verja seg ímóti, og saman koma vit sterkari útaftur, aftaná eina slíka ræðuliga hending!

Eisini eina stóra tøkk til okkara sera dugnaligu kommunu læknar, ið vit hava í Sunda Kommunu, uttan øll tykkum, hevði Fríði nokk ikki verði millum okkum meir!! Takk fyri".