Reiðarin á Jupiter: Ein hálv kvota er nokk -fyribils
Nýggi Jupiter kom á Havnina seinnapartin í dag.
Skipið er bygt í 2004.
Jupiter er 76 metrar langur og 15 metrar breiður og lastar 2500 tons. Motorurin er ein 8000 kw. Wártsila. 10-12 mans verða við.
Jupiter er keyptur fyri uml. 85 mill. krónur.
Jógvan Martin Ferja, reiðari sigur, at teir høvdu eitt yvirskot, í 2022, á um 1 mill. krónur. Tá rindaðu vit um 17 mill. krónur í veðigjøldum, sigur hann.
Tey minnu reiðaríðini tola ikki slíka skipan, men vit hava einki ímóti at gjalda veiðugjøld.
Jógvan Martin sigur, at skipanin eigur at vera progressiv, so hvørt inntøkan veksur kann avgjaldið hækkast.
TRYST Á PÍLIN NIÐANFYRI og hoyr alla samrøðuna.