Reiðaríið skal byggja nýtt skip
Talan verður um eitt frystilínuskip, sum verður góðar 50 metrar langt og hevur eina frystilast á 650 rúmmetrar.
Eftir ætlan verður nýggja frystilínuskipið latið P/f Regn á summri í 2028.
Nýggja frystilínuskipið verður útgjørt við allari tí nýggjastu tøknini, sum slík skip hava í dag, og fer eisini at hava dragibrunn, sum ger tað munandi hugaligari hjá manningini at draga línua umborð.
Tað er ikki greitt, um nýggja skipið skal avloysa annað ella bæði skipini, sum P/f Regn eigur í løtuni.
Tað skrivar fiskur.fo, sum hevur fingið myndir og tíðindaskriv frá Stadyard skipasmiðjuni.

