Reiðaríið, OC Joensen, kom við hjálpini
Tá neyðin var størst var hjálpin næst
Eg skal takka av hjarta vegna franska skúlaflokkin fyri stórfingnu gávuna frá OC Joensen. Tað var ein ómetaliga vøkur gerð, sum setti okkara land í eitt serstakt ljós, sum hesi 20 fólkini bera við sær heim til la Mhotte, og allastaðni tey fara restina av lívinum.
Tað fór sum eldur gjøgnum turran skóg, at ein franskur flokkur frá skúlanum École de la Mhotte í St Menoux hevði mist allan peningin, sum var ætlaður til at gjalda fyri mat, ferðing o.a. nú tey vóru á námsferð í Føroyum, men eisini fyri ymiskt á ferðini niður aftur til Danmarkar við Norrønu og so gjøgnum Europa og heim til Auvergne-Rhône-Alpes.
Kunnað varð um málið og samskift við nógvar ymsar partar fyri at kanna tey støð, har tey høvdu verið, um brævbjálvin við peninginum var funnin. Og vónirnar vóru góðar, at tað kundi henda, at hann kom aftur í aftur. Men nú kunnu vit staðfesta, at so varð ikki.
Hvønn dag síðani missin, so hava fyritøkur, kommunur og einstaklingar funnið lagaligar loysnir, so til bar at halda upprunaligu ferðaleiðina, men stúran, skomm og ivi hava eisini merkt tey ferðandi í umførum. Men eftir stendur, at gestablídnið og uppofrandi hugburðurin her á landi eru einastandandi og hava rørt og ávirkað hesi ungu og teir tveir lærarar teirra.
Týsmorgunin tíðliga beint eftir at útvarpið hevði ringt til mín at frætta nærri um málið, tá ringir stjórin á OC Joensen, Hans Andrias Kelduberg, og spyr nakrar fáar spurningar og boðar so frá, at hann hevur tikið avgerð um at hjálpa ferðandi flokkinum og geva teimum eina upphædd, sum svarar til ta mistu. Og nú fekk málið eina nýggja vend varð loyst, og treystið og gleðin kundu aftur eiga fyrsta pláss í næmingum og lærarum frá École de la Motte. Tað var stutt og greitt ein ósigandi lætti fyri øll – eisini tey mongu túsund kring landið, sum høvdu so ilt av hesum unga fólkinum, sum var komið soleiðis fyri. Tí mong vildu gera sítt til at savna teimum pengar – og tøkk skulu øll hava fyri tann stóra viljan og ta heilt serligu góðsku, sum kom til sjóndar í hesum máli.