Regina C á Havnini

Spentur at fara aftur til fiskiskap

Í gjár lá stóri grønlendski rækjutrolarin Regina C á Havnini. Sjómanstrúboðarin vitjaði ubmborð og fekk prát við skipararnar Rúna Samuelsen og Hjalta Eliasen.

Skipið hevur verið til viðlíkahald í Danmark og kom inn á Havnina eftir trolútgerðini.

Ávegis til Danmarkar var fiskireiðskapurin lagdur uppá land, so trolvirkið Vónin kundi seta trolini í stand. Nú er trolútgerðin fingin umborð aftur og trolarin fer avstað í kvøl.

Skiparar eru Rúni Samuelsen og Hjalti Eliasen. Sjómanstrúboðarin hitti teir umborð og fekk eitt stutt prát.

- Vit hava verið fimm vikur í dokk í Frederikshavn, har ymiskt viðlíkahald er gjørt við skipið. Vit eru vanliga í dokk triðja hvørt ár. Nú havi eg feriu, so Hjalti fer avstað við trolaranum, sigur Rúni.

- Nú gleði eg meg at fara aftur til fiskiskap. Eg eri spentur, tí tað frættist frá betri fiskiskapi, sigur Hjalti.

- Vit hava umleið fimm samdøgur at sigla á fiskileið í Vesturgrønlandi. Eg rokni við vit royna har suðuri, og norður við strondini. Vanliga royna vit mest norðalaga í Grønlandi og landa sum oftast í Sisimiut.

Teir fingu skrivliga heilsan og sanggeyma frá Føroysku Sjómansmissiónini.

Teimum og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.

Tað skrivar Føroysku Sjómansmissiónini á sínum facebook-vanga -og sum eisini eigur myndina.