Uppruna felagsins, sum er fult føroyskur
At Bakkafrost er skrásett á virðisbrævamarknaði merkir, at øll (les allir Føroyingar) hava møguleika at eiga Bakkafrost.
Um ein hevur águga at taka part av váganum at vera alari, og harvið eisini fáa møguligan vinning, ber til at keypa sær partabrøv.
Tað hava longu fleiri túsund føroyingar gjørt.
Tað er ikki felagið sjálvt, sum handlar partabrøv; men peningastovnar standa vanliga fyri slíkum virksemi.
Eingin virðisbrævamarknaður er í Føroyum - tí eru føroyskar fyritøkur skrásettar aðrasteðs; men tað broytir ikki uppruna felagsins, sum er fult føroyskur.
Tað skrivar Regin Jacobsen, stjóri á Bakkafrost á facebook-vanga sínum.