Rakk ikki
Samráðingarnar millum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevarafelagið eru slitnaðar, og semingsstovnurin er boðsendur.
Tað eru Føroya arbeiðarafelag, Havnar arbeiðarafelag, Klaksvíkar arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar arbeiðsmannafelag sum samráðast. Havnar arbeiðskvinnufelag hevur samráðingar fyri seg.
Semingsstovnurin hevur útsett ein møguligan arbeiðssteðg til fríggjadagin 10. mei á midnátt.
Seming byrjar væntandi í næstu viku.
FAG sigur, at semingsstovnurin hevur longt sáttmálarnar til 10. mai á midnátt. Við galdandi fráboðanarfreistum kann eitt møguligur arbeiðssteðgur á privata arbeiðsmarknaðinum tí í fyrsta lagi vera mánadagin 13. mai.