Rætt at samráðast við Russland, hóast innrásina í Ukraina
Kristina Hansen, sum er ættað úr Runavík, er vararáðharri hjá norska fiskimálaráðharranum
- Norska stjórnin er sannførd um, at tað er rætt at samráðast við Russland, hóast Russland hevur gjørt innrás í Ukraina. Hesaferð verða samráðingarnar tó talgildar.
Tað skrivar Frants Jensen á kvf.fo
Myndina eigur kvf.fo/ Bjarni Árting Rubeksen
Tað sigur Kristina Hansen, sum er vararáðharri hjá norska fiskimálaráðharranum, Bjørnar Skjæran.
Kristina Hansen er ættað úr Runavík, og hevur búð meira enn 34 ár í Noregi.
Fiskiveiðisamráðingar verða millum Noreg og Russland um eina viku. Noreg fordømir tó kríggið í Ukaina.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: https://kvf.fo/greinar/2022/10/12/raett-samradast-vid-russland-hoast-innrasina-i-ukraina