Ræður um at finna landgongdina
-Eg gevist nú, tí næstu ferð eg havi føðingardag verði er 72 ár. Samstundis ræður um at eg finna landgongdina, áðrenn aðrir noyðast at leiða meg í land.-
Hann hevur siglt sum kokkur í ára tíggju og við ymiskum skipum. Nú er nokk, so í dag takkar hann fyri seg, tekur pjøkan á nakkan og fer í land.
-Eg havi siglt sum kokkur í mong ár og við ymiskum skipum. Eg havi verið fimm ár við Brimli, 13 ár í Norra og nøkur ár í Grønlandi við Polar Princess. Eg havi eisini arbeitt heima sum slaktari og hjá Poul Hansen. Tað sigur vælhýrdi kokkurin á Brimli, Kári Jacobsen.
-Eg gevist nú, tí næstu ferð eg havi føðingardag verði eg 72 ár. Samstundis ræður tað um at eg finna landgongdin, áðrenn aðrir noyðast at leiða meg í land, sigur hann.
Hann hevur ikki bara fingist við mat, tí hann hevur skiparaprógv, og hevur siglt sum stýrimaður við donskum skipið.
-Hvussu er at sigla sum kokkur?
-Tað hevur mær dámt væl. Eg havi frá barni av dámt væl at fingist við mat. Tí var lívsstarvið ikki trupult at velja, sigur Kári.
-Er arbeiðið við mati broytt gjøgnum árini?
-Ja, og sera nógv. Tað er ikki sama føði og nógv av matinum skal hagreiðast øðrvísi, enn siðvandur føroyskur matur. Harafturat eru umstøðurnar at kokkast nógv betri nú enn fyrr, sigur hann.
-Vilt tú stimbra ungum í at læra til kokk?
-Ja, um tey hava áhugað í at arbeiða við mati. Um ikki, skulu tey halda seg frá at arbeiða við mati. Tað er stórur tørvur á kokkum, so tað er lætt at fáa starv, um tey læra til kokk, sigur Kári.
-Gevst tú nú heilt við at kokkast?
-Nei, ikki ordiliga. Eg skal loysa av umborð á Jákupi Sverra og kanska onkrum øðrum skipi.
-Hevur tú trivist umborð á Brimli?
-Ja. Hetta er eitt gott skip, við fittum fólkið. Og so siglir manningin í tvær vikur og hevur frí í tvær vikur. Tað er góð skipan, sigur Kári Jacobsen.
Kára, teimum umborð á Brimli og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu!
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Mynd:TJ myndir

