Ráðstevnan um virðisvøkstur í fiskivinnuni verður 8. juni 2023

Umframt útlendskar og føroyskar framløgur verður eisini umrøða og orðaskifti á skránni.

Landsstýrið hevur sett sær fyri at tryggja størri virðisvøkstur í fiskivinnuni við at eggja vinnuni at nýskapa, virðisøkja og meirvirka tilfeingið.

Sum liður í hesi tilgongd skipar Fiskivinnu- og samferðslumálaráðið fyri ráðstevnu um virðisvøkstur í fiskivinnuni, sum verður á Hotel Føroyum 8. juni 2023.

Umframt útlendskar og føroyskar framløgur verður eisini umrøða og orðaskifti á skránni.

Nærri á fisk.fo