Ráðførir seg við uttanlandsnevndina um svartkjaftakvotuna
Landsstýrismaðurin í tilfeingis- og vinnumálum at ráðføra seg við uttanlandsnevndina um svartkjaftakvotuna í 2026.
Er býtið millum strandalondini tað sama í ár sum í fjør, verður føroyska svartkjaftakvotan næstan 212.000 tons minni enn í fkør.
Hon verður 302.483 tons.
Men føroysk skip sleppa ikki at fiska øll hesi tonsini, tí onnur lond fáa svartkjaft frá Føroyum fyri annan fisk.
Fyribils er kvotan ásett at vera 200.000 tons til føroysk skip.
Tað skrivar Høgni Djurhuus á kvf.fo

