Prísurin á stóra toskinum liggur millum 45 og 50 kr. kilo

Útróðrarmenn hava óvanliga góðan fiskiskap í løtuni -hoyr samrøðurnar

 

Nógvur útróður er í hesum døgum, og útróðarmenn hava óvanliga góðan fiskiskap.

Útróðrarmenn, sum Dagur og vika hava tosað við, hava fingið góð 8.000 pund á 30 stampum.

Og prísurin er eisini sera góður.

Prísurin á stóra toskinum liggur millum 45 og 50 kr. kilo. Og prísurin á hýsu hevur táttað upp ímóti 40 kr. fyri kilo. 

Sí innslag í Degi og viku: Nógvur fiskur og góður prísur | Kringvarp Føroya

 

Jann Reginsson, skipari á útróðrarbátinum Stakkvík í Klaksvík, letur sera væl at útróðrinum.

Seinnapartin leygdardagin avreiddi ein annar bátur 10.000 pund í Klaksvík. Teir settu 32 stampar.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: Nógvur fiskur og góður prísur | Kringvarp Føroya

 

Birgit Carina Eliasen Frants Jensen gjørdi tekstin gog innsløgini, sum eru á kvf.fo