Prísurin á longurognum er omanfyri 200 norskar krónur fyri kilo
Brúkiligur fiskiskapur men vánaligt veður
-Vit fiska mest longu og brosmu. Fiskaprísirnir eru góðir, og prísurin á longurognum er omanfyri 200 norskar krónur fyri kilo, sigur Enok Jarl.
Eitt av útlendsku fiskiskipunum, sum í hesum døgum royna við Føroyar, er norska frystilínuskipið Vestliner, hjá Ervik Havfiske.
Í síðstu viku lá Vestliner á Havnini og krokaði. Sjómanstrúboðarin vitjaði umborð, og fekk eitt prát við skiparin, Enok Jarl Halsen. Tá hann varð spurdur, um teir fiskaðu ofta við Føroyar, segði millum:
-Ja, skipið fiskar ofta við Føroyar. Vit vóru her í heyst og eru her aftur nú. Fiskiskapurin er brúkiligur, men veðrið hevur verið vánaligt.
-Vit fiska mest longu og brosmu. Fiskaprísirnir eru góðir, og prísurin á longurognum er omanfyri 200 norskar krónur fyri kilo. Tað keðiliga er samstundis, at bæði agn, olja og annað vit brúka er eisini dýrt, sigur hann.
-Vit eru 15 mans við, og eru til fiskiskap í 6 vikur. Vit byrjaðu fiskiskapin 4. januar og fiska til 16. februar, sigur Enok Jarl.
Vestliner er bygdur í Santa Pætursborg, í Ruslandi, í 2016. Hann er 48 metrar langur og 12,5 metrar breiður og hevur dragibrunn.
Áðrenn trúboðarin takkaði fyri seg varð bøn biðin til Guds fyri skipi og manning.
Teimum umborð á Vestliner og sjófólkinum annars verður ynskt Guds signing og varðveitslu.
Myndi omanfyri: Enok Jarl, kokkurin og stýrimaðurin.
Myndin niðanfyri: Vestliner á Havnini og krokar.
Tað skrivar Føroyska Sjómansmissiónin. Myndirnar eigur TJ myndir