Prísir

á Fiskimarknaðinum 27.September

SlagKg.Kr.Miðal prísurHægsti prísurMinsti prísur
Toskur 1301.020,0034,0034,0034,00
Toskur 2702.422,0034,6034,6034,60
Toskur 354714.222,0026,0026,0026,00
Toskur 482820.250,0024,4625,0024,00
Toskur 52243.700,8016,5216,7014,70
Hýsa 1 MSC701.444,5020,6421,6020,10
Hýsa 2 MSC1.50532.222,5021,4121,7018,00
Hýsa 3 MSC65012.720,0019,5719,8016,80
Hýsa 4 MSC4590,002,002,002,00
Hýsa MSC13196,3015,1015,1015,10
Hvítingur1101.738,0015,8015,8015,80
Brosma 1 MSC20160,008,008,008,00
Brosma 2 MSC80640,008,008,008,00
Brosma 3 MSC2001.200,006,006,006,00
Brosma 4 MSC150600,004,004,004,00
Longa 130510,0017,0017,0017,00
Longa 21001.700,0017,0017,0017,00
Longa 330378,0012,6012,6012,60
Longa 420160,008,008,008,00
Longa 520100,005,005,005,00
Longa314,404,804,804,80
Kongafiskur217,208,608,608,60
Havtaska20622,0031,1031,1031,10
Skøturavar30360,0012,0012,0012,00

Havtaska

Havtaska hevur stórt, breitt og flatt høvd, við stórum og breiðum kjafti. Sporlið er nakað flatt fremst og meira rundligt aftari. Tveir stórir beinnaddar eru aftanvert eyguni. Tríggjar høgar stengur eru á bakinum, tann fremsta er heilt fram móti gronini. Henda stongin hevur ein skræðulepa við ljósgagni á toppinum, og hann verður brúktur at lokka fong til sín. Onnur stongin er beint aftan fyri hesa stongina. Triðja stongin er á nakkanum. Mitt á bakinum millum uggafjaðrarnar er ein lítil fjøður við 3-4 teinum, og hetta alt er fremsta ryggfjøðurin. Aftara ryggfjøðurin er oman á sporlinum, og ein gotfjøður undir. Tær eru umleið eins til støddar. Sterturin er lítil, tykist samanfallin og trevsutur. Hon hevur stórar uggafjaðrar, ið sita frammanvert miðjuna. Búkfjaðrarnar eru smáar og eru tætt saman. Tær sita mitt undir øsinum og venda nakað ímóti síðunum og minna um føtur. Tenninar eru nógvar, óregluligar, væl atskildar, langar og klænar, spískar og hvassar, afturábendar. Tær eru ójavnar í stødd, og í undirkjaftinum í mest sum tveimum røðum. Hon hevur smá eygu, sum sita nakað tætt saman. Roðsla er eingin. Táknaopini eru smá, eitt hvørjumegin aftan fyri og mest sum undir uggafjaðrunum. Fram við síðunum allan vegin runt kroppin eru smáir, trevsukendir skræðulepar.